Dagsetning
11. október
kl. 15:30-19:00
Staðsetning
Sjóvinnuhúsið, Þórshöfn, Erlendis
Upplýsingar um viðburð eru á ábyrgð skipuleggjanda

Symposium - Marking the Centennial of Icelandic Sovereignty, Fróðskaparsetur Føroya, 11 October 2018 on the occasion of the 100 year anniversary of the Iceland-Denmark Act of Union.

Sjóvinnuhúsið, Þórshöfn, Erlendis

Málting um íslendskt fullveldi – søga, samanburðir og orðaskifti.

Íslendingar hátíðarhalda í ár at 100 ár eru liðin síðan fullveldi teirra varð staðfest. Í hesum sambandi skipar aðalkonsulát Íslands saman við Fróðskaparsetri Føroya fyri serligum máltingi í Sjóvinnuhúsinum hósdagin 11. oktober kl. 15.30-18.00. Tá fara kønir røðarar úr Íslandi, Føroyum og Danmark at viðgera og kjakast um hvat ið fór fram og hvørjar avleiðingarnar hava verið fyri bæði Ísland og restina av ríkisfelagsskapinum. Fyrilestrarnir verða hildnir á donskum og enskum. 
Forseti Íslands, søgufrøðingurin Guðni Th. Jóhannesson, sum vitjar í Føroyum í sambandi við máltingið, verður ein av fyrilestrahaldarunum og fer at røða um sambandssáttmálan og lóg um ríkisleiðaravald. Føroysku søgufrøðingarnir Erling Isholm og Hans Andrias Sølvará fara at taka støði í føroyskum fíggjarligum og politiskum viðurskiftum og greina á hvønn hátt sambandið við Danmark varð øðrvísi her enn í Íslandi, og hvussu ið tað ávirkaði hini londini í ríkisfelagsskapinum, at Ísland gjørdi av at staðfesta sítt fullveldi. Danski søgufrøðingurin Søren Mentz fer at røða um „600 ár av felagsskapi“ og Gunnar Þór Bjarnason, søgufrøðingur og høvundur fer at greiða nærri frá sjálvstýrisrørsluni í Íslandi og hvussu 2. heimsbardagi ávirkaði gongdina. Aftaná framløgurnar verður pallborðskjak millum luttakararnar og áhoyrarar fáa høvi at spyrja spurningar. 
Tá tiltakið er lokið kl. 18.00, bjóðar Pétur Thorsteinsson, aðalkonsul Íslands í Føroyum til móttøku við løttum veitingum. Tað er er ókeypis at taka lut og øll eru hjartaliga vælkomin. Av tí at plássið er avmarkað er kortini neyðugt er at boða frá luttøku á telduposti bob@mfa.is ella á telefon: +298 238102
Skrá fyri hósdagin 11.10.2018

15:30-15:40 Sigurð í Jákupsstovu, Rektari á Fróðskaparsetri Føroya bjóðar vælkomin.
15:40-16:10 The Act of Union and Rule of the Head of State ( Sambandssáttmálin og lóg um ríkisleiðaravald), Forseti Íslands, Guðni Th. Jóhannesson.
16:10-16:30 Økonomiske og politiske forklaringer på Islands og Færøernes forskellige veje til selvstændighed Erling Isholm, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya
16:30-16:50 600 Years of Commonwealth ( 600 ára felagsskapur), Søren Mentz, søgufrøðingur og stjóri á savninum “Museum Amager“.

16:50-17:00 Steðgur

17:00-17:20 The Independence Movement, World War and Sovereignty (Sjálvstýrisrørslan, heimsbardagi og fullveldi), Gunnar Þór Bjarnason, søgufrøðingur og høvundur.
17:20-17:40 Islands suverænitet og dansk-færøske relationer, Hans Andrias Sølvará, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya 
17:40-18:00 Pallborðskjak / Spurningar og svar

18:00-19:00 Móttøka við onkrum góðum til góman. Pétur Thorsteinsson, aðalkonsul Íslands, er vertur.

Symposium - Marking the Centennial of Icelandic Sovereignty, Fróðskaparsetur Føroya, 11 October 2018 on the occasion of the 100 year anniversary of the Iceland-Denmark Act of Union. Arbejdssprog: dansk/engelsk 15:30-15:40 Welcome address, Sigurð í Jákupsstovu, Rector of the University of the Faroe Islands 15:40-16:10 The Act of Union and Rule of the Head of State (ísl. Sambandslögin og þjóðhöfðingjavaldið), The President of Iceland, Guðni Th. Jóhannesson 16:10-16:30 Økonomiske og politiske forklaringer på Islands og Færøernes forskellige veje til selvstændighed” Erling Isholm, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya 16:30-16:50 600 Years of Commonwealth (d. 600 års fællessskab), Søren Mentz, historian and Director of the Museum of Amager 16:50-17:00 Break 17:00-17:20 The Independence Movement, World War and Sovereignty (ísl. Sjálfstæðisbarátta, heimsstyrjöld og fullveldi), Gunnar Þór Bjarnason, historian and author 17:20-17:40 Islands suverænitet og dansk-færøske relationer, Hans Andrias Sølvará, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya 17:40-18:00 Panel discussion / Q&A 18:00-19:00 Reception hosted by the Consul General of Iceland, Pétur Thorsteinsson